Um Realin

Føroya Realkreditstovnur - ella Realurin - varð stovnaður í 1955. Í 1998 kom Realurin undir føroyska lóggávu og heldur fram sum sjálvsognarstovnur.

Realurin varð í síni tíð settur á stovn fyri at fáa gongd aftur á fiskivinnuna eftir seinna heimsbardaga. Stovningarfæið var 10 milliónir krónur.

Endamálið hjá stovninum er at veita lán við veð í fiskiførum, flótandi eindum og førum í frálandsvinnu og fiskaaling, sum hava heimstað í Føroyum.