Kunning um dátuvernd

Henda dátuverndarkunning er galdandi fyri viðgerð av persónsupplýsingum hjá Føroya Realkreditstovni
(Realurin) í Føroyum.

1. Dátuábyrgdari Lat upp/aftur

Realurin,
Føroya Realkreditstovnur,
Niels Finsensgøta 39,
Postboks 367
FO-110 Tórshavn
Tel +298 353 410
teldupostur realkredit@realkredit.fo

Tá vit viðgera persónsupplýsingar leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.

Á Realinum viðgera vit persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at útinna okkara virksemi, at innganga og halda avtalur um tænastur og veitingar. Í hesum sambandi savna og viðgera vit upplýsingar um teg. Í hesi dátu-verndarkunning fært tú kunning um, hvussu Realurin viðger persónupplýsingar um teg, og hvørji rættindi tú hevur.

Hesin privatlívspolitikkur er galdandi fyri teg, sum likamligur persónur, sum sjálvur ert kundi ella hevur tilknýti til kunda hjá Realinum. Hetta kann t.d. vera tí tú hevur rætt at binda eitt felag, er veruligur eigari, stjóri, nevndarlimur, starvsfólk, veðsetari, garantistillari ella á annan hátt hevur tilknýti til kunda hjá Realinum.

Realurin viðger allar upplýsingar á ein lógligan og tryggan hátt. Øll eiga at kenna seg heilt trygg við, at persónupplýsingar verða væl vardar á Realinum.

2. Hvørjar persónupplýsingar viðgerð Realurin? Lat upp/aftur

Realurin viðger vanligar persónupplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostbústað, telefonnummar, føðingardag, sivilstøðu, yrki, p-tal, inntøkur, trygdir, skuld, ogn, o.l.

Eisini viðger Realurin samleikaprógv, t.d. avrit av passi, koyrikorti ella føðibrævi, avrit av eigarayvirliti hjá partafeløgum og ymiskar fíggjarligar upplýsingar í hesum sambandi.

Realurin viðgerð eisini p-talið við heimild í dátuverndarlógini § 16, stk. 2.

Realurin viðgerð ikki viðkvæmar persónupplýsingar, so sum:

  • húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna
  • átrúnaðarlig, heimspekilig ella politisk sannføring
  • ílegu- og biometriskar dátur við tí endamáli at eyðmerkja ein persón og revsiverd viðurskifti
  • kynslig viðurskifti
  • revsiverd viðurskifti
  • heilsustøða
  • yrkisfelagsligt tilknýti
  • munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
3. Hví viðger Realurin persónupplýsingar? Lat upp/aftur

Realurin er ein sjálvsognarstovnur, hvørs virksemi er skipað smb. løgtingslóg nr. 75 frá 5. november 1998 sum seinast broytt við lóg nr. 123 frá 7. desember 2012.

Endamál stovnsins er at veita lán við veð í fiskiførum, farmaskipum, ferðamannaskipum, flótandi eindum, førum í frálandavinnu og fiskaaling við heimstaði í Føroyum.

Fyri at loysa omanfyrinevndu uppgávu er neyðugt hjá Realinum at viðgera persónupplýsingar. Umframt omanfyrinevndu uppgávur, viðger Realurin eisini ávísar persónupplýsingar í sambandi við umsiting av stovninum, starvsfólkum, og heimasíðuni. Endamálini við viðgerðini hjá Realinum eru hesi:

3.1 Viðgerð í sambandi við lánsveitingar og tænastuveitingar í hesum sambandi

Vit skráseta og nýta tínar persónupplýsingar fyri at kunna veita tær best møguligu ráðgeving og tænastur. Tá tú gerst kundi hjá okkum, eru ávísar persónupplýsingar, vit noyðast at viðgera fyri at kunna innganga avtalur, herundir lánsavtalur, og til tess at halda slíkar avtalur.

Tá vit viðgera persónsupplýsingar vísandi til omanfyrinevnda endamál, vil viðgerð okkara av persónsupplýsingum sum útgangsstøði vera grundað á § 8, stk.1, nr. 2, í dátuverndarlógini, nevniliga at vit hava gjørt eina avtalu við teg um at veita eina tænastu ella gera eina avtalu um fígging. Viðgerðin kann eisini vera neyðug sambært § 8, stk. 1, nr. 3 fyri at halda eina rættarliga skyldu ella § 8, stk. 1, nr. 4 fyri at verja altumráðandi áhugamál hjá tær. Eisini kann viðgerðin í summum førum verða grundað á samtykki frá tær, sbr. § 8, stk. 1, nr. 1.

3.2 Viðgerð í sambandi við at røkja skyldur sambært hvítvasklógini

Realurin viðger persónsupplýsingar við tí endamáli at halda galdandi lóggávu, undir hesum ásetingar í hvítvasklógini, sum er galdandi í sambandi við virksemið hjá Realinum. Talan er um eyðmerking og vátta samleikan hjá kundum okkara, sbr. hvítvasklógini, umframt váðastýring, fyribyrging, v.m av hvítvaski og fíggjarligum lógarbrotum.

Tá Realurin viðger persónsupplýsingar fyri at røkja skyldur sínar sambært hvítvasklógini, er viðgerðargrundarlagið § 8, stk. 1, nr. 3) í dátuverndarlógini, sum er viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum. Til tess at røkja skyldur okkara, er okkum álagt at innheinta og goyma samleikaupplýsingar um kundar okkara og/ella persónar við tilknýti til kundar okkara.

Realurin kann eftir hvítvasklógini blíva álagdur at víðarigeva upplýsingar um skrásetta til myndugleikar, so sum løgregluna ella Tryggingareftirlitið. Í so fall er talan eisini um viðgerð, sum er neyðug fyri at halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur dátuábyrgdaranum.

1. Hvussu fær Realurin persónupplýsingar? Lat upp/aftur

Realurin móttekur upplýsingar beinleiðis skrásetta sjálvum. Hetta er t.d. í sambandi við at skrásetti letur inn umsókn, fyllir út oyðubløð, sendir okkum ávís skjøl, luttekur á fundi saman við okkum og samskifti við okkum umvegis teldupost.

Fyri at kunna gera ávísar uppgávur, skráseta og viðgera vit eisini persónupplýsingar, sum vit móttaka frá triðjaparti. Hesi eru m.a. og frá aðrar almennar keldur og skráir, landsfólkayvirlitið, skipaskráin, aðrir peningastovnar v.m.

Eisini hevur Realurin fingið heimild frá kundum, um at fáa skrásetingar frá teirra grannskoðara um upplýsingar grannskoðarin hevur viðvíkjandi hvítvask. Vit skráseta og viðgera persónupplýsingar t.d. fyri at vátta um ávísar upplýsingar um teg eru rættar.

2. Hvussu verjir Realurin persónupplýsingar? Lat upp/aftur

Starvsfólk hjá Realinum hava undir ábyrgd í borgarligari revsilóg tagnarskyldu um viðurskifti um einstaklingar, feløg, fyritøkur og stovnar, sum tey í starvi sínum fáa kunnleika um, bæði meðan tey arbeiða fyri Realin og eftir, at tey eru farin úr arbeiðinum. Sama er galdandi fyri hjálparfólk og onnur, sum starvast fyri Realin.

Harumframt hevur Realurin leypandi eftirlit við, at stovnurin til eina og hvørja tíð hevur neyðugu, viðkomandi og nøktandi trygdartiltøkini annars.

3. Hvørjum letur Realurin persónupplýsingar? Lat upp/aftur

Vit goyma persónsupplýsingarnar hjá tær og viðgera tær í trúnaði. Tó so, lata vit persónsupplýsingar víðari til hesar triðjupartar:

  • Realurin víðariletur upplýsingar til Tryggingareftirlitið og grannskoðaran, sum hava eftirlit við Realinum. Talan er um lógarásetta skyldu at lata eftirlitsmyndugleikanum upplýsingar.
  • Realurin letur upplýsingar til Skipaskrásetingina, og møguliga aðrar peningastovnar, m.a. fyri at vátta samleikan hjá tær, og fyri at uppfylla avtaluna.
  • Garantistillarar, advokatar ella onnur, sum skrásetti hevur givið fulltrú til at deila upplýsingarnar við sum liður í avtaluni við kundan og/ella fyri at halda eina rættarliga skyldu, ella um tú sum skrásettur hevur givið samtykki til víðarilatan.
  • Realurin kann í ávísum førum hava eina rættarliga skyldu at lata upplýsingar til almennar myndugleikar, herundir til løgregluna, sambært reglunum í hvítvasklógini.
  • Í einstøkum førum kunnu veitarar av skipanum og tøkniligum loysnum hava atgongd til upplýsingar, t.d. í samband við support ella dagføringar. Hesi verða øll áløgd somu strongu tagnarskyldu sum starvsfólkini hjá Realinum, og í teimum einstøku førum at veitarar eru at meta sum «dátuviðgerar», verður serstøk viðgerðaravtala gjørd, ið inniheldur somu ásetingar um tagnarskyldu.

Realurin flytur ikki persónsupplýsingar til triðjalond.

4. Hvussu leingi goymir Realurin persónupplýsingar? Lat upp/aftur

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til tey endamál, sum upplýsingarnar vóru innsavnaðar til. Vit goyma tí tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina fíggjarliga tænastu ella veiting. Um tú velur at enda kundasambandið við okkum, eru vit áløgd sambært lóg at goyma tínar upplýsingar í minsta lagi 5 ár afturat. Hetta gera vit fyri at lúka krøv í roknskaparlóggávuni og hvítvasklóggávuni. Í ávísum førum goyma vit tínar upplýsingar longur, t.d. tá fyrningarfreistin í sambandi við avtalu um eina tænastu ella veiting er 10 ár, kunnu vit goyma upplýsingarnar í 10 ár. (ella 20 ár, um fyrningarfreistin er 20 ár?)

5. Tíni rættindi Lat upp/aftur

Sambært Dátuverndarlógini, kapittul 4, hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðger av tínum persónupplýsingum. Tú hevur eitt nú rætt til kunning um endamálið við viðgerðini. Um tú ynskir at útinna hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við Realin.

Nærri upplýsingar um dátuvernd eru at finna á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo

5.1 Rættur til innlit?

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónupplýsingar Realurin hevur um teg, og kanst fáa innlit í hesar við at venda tær til okkara.

5.2 Rætturin at taka samtykki aftur

Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Tá ið tú tekur samtykkið aftur, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.

5.3 Rætturin til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

5.4 Rætturin til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysir, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Realinum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Um okkara viðger av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú altíð rætt til at taka títt samtykki aftur og krevja, at upplýsingarnar verða strikaðar.

5.5 Rætturin til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um treytirnar til viðgerðaravmarking eru loknar, kunnu vit einans viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum.

5.6 Rætturin til at móttaka ella fáa upplýsingar fluttar

Tú hevur í ávísum føri rætt til at fáa persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú eisini rætt til at persónupplýsingar um teg, verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan.

5.7 Rætturin til at klaga

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og úrslitið av tíni áheitan til okkara ikki var nøktandi, kanst tú klaga til Dátueftirlitinum:

Dátueftirlitið
Teldupostur: dat@dat.fo
Sigmundargøta 13
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 309 101

Tað er altíð møguligt at seta teg í samband við dátuverndarfólki hjá Realinum. Sí niðanfyri.

6. Samband við dátuverndarfólki hjá Realinum Lat upp/aftur

Realurin hevur tilnevnt dátuverndarfólk hjá Realinum. Tú kanst senda okkara dátuverndarfólki ein teldupost á realkredit@realkredit.fo, viðmerkjast “Persónsdáta”.

Um tú hevur spurningar um dátuvernd hjá Realinum, ynskir kunning um, hvussu Realinum viðger persónupplýsingar ella vilt fremja tíni rættindi sambært Dátuverndarlógini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Realin.

Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast “Persónsdáta”.